Fótbúni

Mynd frá teirra FB
Bústaður Tróndargøta 23
Telefonnummar +298 311705

Upplatingartíðir

Mánadag 10.00 – 17.30
Týsdag 10.00 – 17.30
Mikudag 10.00 – 17.30
Hósdag 10.00 – 17.30
Fríggjadag 10.00 – 18.00
Leygardag 10.00 – 16.00
Sunnudag stongt

Fótbúni hevur hildið til á horni Tróndargøtu og Sverrisgøtu síðan 1955. Skósmiðurin Karl Joensen stovnaði fyritøkuna, og í dag verður handilin rikin av triðja og fjórða ættarliði í familjuni.

Fótbúni selur skógvar til alla familjuna, m.a. frá Skechers, Timberland, Ecco, Viking, Gabor, SixMix, Clarks, Nature, New Feet, Green Comfort, Tamaris, Geox, Rohde og Klaveness.

Eisini fæst til dømis taskur og klæðir frá EnFant, Didriksons, Roka London, Daniel Ray, The Chesterfield Brand og Lego Wear.