Gev eina gávu, sum altíð fellur í góða jørð! Havnarkortið er ein fjølbroytt og hent gáva, sum kann nýtast í fleiri handlum, matstovum, kaffistovum, gistingarhúsum, vælverustøðum og meira – ein gleði at geva og at fáa. GG! Havnarkortið og jól – Bílegg Havnarkortið í seinasta lagi hósdagin 18. desember áðrenn middag, um tú vilt, at tað verður veitt til dyrnar fyri jól.
GG! Havnarkortið og jól – Bílegg Havnarkortið í seinasta lagi hósdagin 18. desember áðrenn middag, um tú vilt, at tað verður veitt til dyrnar fyri jól.
Havnarkortið kann nýtast sum vanligt gjaldskort í øllum støðunum, sum tú sært á yvirlitinum undir ‘støð’. Havnarkortið gevur tær sostatt atgongd til klædnahandlar, vælverustøð, upplivingar, matstovur, gistingarhús, ferðir og mangt annað.
Tú kanst keypa Havnarkortið her á síðuni og velja ímillum at heinta tað í Visit Tórshavn ella at fáa tað sent heim við Posta.