Hvat er Havnarkortið
Havnarkortið er gávan, sum gevur frælsið at velja á øllum hillum. Við Havnarkortinum kanst tú fara til handils, á matstovu, á konsert, til sjónleik, til spa og nógv annað.
Havnarkortið fæst hjá Visit Tórshavn í Steinatúni ella við at keypa her á síðuni, og kann brúkast á fleiri støðum í Havn. Les um í hvørjum handlum, tú kanst brúka Havnarkortið her
Eitt Havnarkort hevur gildið í 3 ár. Burturmist kort verða ikki endurgoldin.
Viðskiftatreytir í sambandi við keyp av Havnarkortinum (elektroniskt gávukort)
Vit heita á teg um at lesa hesar viðskiftatreytir, áðrenn tú keypir Havnarkortið.
Havnarkortið
Havnarkortið er eitt gávukort, sum kann nýtast sum vanligt gjaldskort. Tú kanst bæði rinda við at nýta magnetstrípuna ella við at leggja gávukortið niður ímóti terminalinum.
Gávukortið kann brúkast á sama hátt sum reiður peningur, men hevur eisini sama váða fyri teg.
Gávukortið kann bert nýtast hjá teimum fyritøkum, sum hava gjørt avtalu við Visit Tórshavn um at vera við í Havnarkortinum. Fyritøkur, sum vilja vera við í Havnarkortinum, skulu samstundis eisini vera limir í Felagnum Tórshavn.
Minsta upphæddin á gávukortinum er kr. 100,- og mesta upphæddin er kr. 3.000,-
Havnarkortið verður útbjóðað av
Visit Tórshavn
Niels Finsens gøta 17 (Steinatún)
P.O. Boks 379
FO-110 Tórshavn
Tlf.nr.: (+298) 30 24 25
Fax: (+298) 31 68 31
[email protected]
www.visittorshavn.fo
V-tal: 352675
Keyp av Havnarkortinum
Umframt at keypa Havnarkortið á havnarkortid.fo ber til at keypa Havnarkortið við diskin í Visit Tórshavn í Steinatúni í Havn. Til ber at keypa Havnarkortið við vanligum gjaldskortum umframt við reiðum peningi í Visit Tórshavn. Keypið er bindandi, tá tað er gjøgnumført og peningurin komin á Havnarkortið. Tað rúmast í mesta lagi kr. 3.000 á hvørjum korti.
Sí upplýsingar um iðranarrætt niðanfyri.
Prísir og meirvirðisgjald:
Allir prísir eru í donskum krónum og eru íroknað meirvirðisgjald.
Gildistíðarskeið
Gávukortið er galdandi í 3 ár frá útgávudegnum.
Ánari av elektroniskum pengum kann innan gildistíðarskeiðið er farið og upp til 1 ár eftir hetta biðja um at restupphæddin verður innloyst til áljóðandi virði við at seta seg í samband við útbjóðaran, sbrt. kontantupplýsingunum.
Eitt ómaksgjald áljóðandi kr. 50 fyri hvørt kort verður tikið um restupphæddin verður innloyst innan gildistíðarskeiðið er farið.
Klagurættur (reklamatión)
Sambært føroysku keypilógini §§ 81 ff. hevur tú undir ávísum umstøðum upp til 2 ára klagurætt. Klagurætturin er galdandi frá tí degnum, tú fremur títt keyp og rindar pening inn á Havnarkortið.
Dátuverndarpolitikkur
Galdandi dátuverndarpolitikkur sæst á heimasíðu okkara www.havnarkortid.fo
Virkjan av gávukortinum
Gávukortið er virkið og klárt at nýta, tá peningurin er goldin inn á kortið.
Nýtsla av gávukortinum
Havnarkortið er tað sama sum reiður peningur, og tú brúkar kortið ístaðin fyri reiðan pening í teimum luttakandi handilsstøðunum.
Gávukortið kann brúkast á sama hátt sum eitt vanligt gjaldskort, men er ikki persónligt. Gávukortið er tískil ikki eitt persónligt handahavaprógv.
Gávukortið kann ikki steingjast um tú t.d. missir tað burtur ella tað verður stjolið. Burturmist kort verða ikki endurgoldin. Kortið kann ikki býtast til reiðan pening, um tað verður burturmist.
Tú góðtekur tí at bera váðan fyri misnýtslu av gávukortinum og harvið váðan fyri tí tapið, tú kanst vera fyri, um kortið verður brúkt av einum øðrum uttan títt loyvi. Tað sama er sjálvandi galdandi fyri móttakaran, um tú hevur givið øðrum gávukortið ella selt tað.
Hevur tú trupulleikar við gávukortinum, ella vilt tú at klaga um eitthvørt, heita vit á teg um at venda tær til:
Visit Tórshavn
Steinatún / Niels Finsens gøta 17
P.O. Box 379
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 30 24 25
Fax: (+298) 31 68 31
[email protected]
www.visittorshavn.fo
Tú hevur eisini í ávísum førum rætt til at kæra til Brúkaraumboðið. Sí nærri á www.bruk.fo
Vilt tú at klaga yvir eina vøru ella tænastu, sum er rinda við Havnarkortinum, skalt tú venda tær beinleiðis til viðkomandi stað, har tú keypti vøruna ella tænastuna.
Hvør er handan Havnarkortið
Tað er Visit Tórshavn sum er handan útgávuna av Havnarkortinum. Visit Tórshavn er ein løgfrøðiligur partur av Felagið Tórshavn. Støðini, har Havnarkortið kann nýtast, skulu øll vera limir í Felagnum Tórshavn fyri at kunna luttaka í Havnarkortinum.
Lógarval og varnarting
Eitt og hvørt keyp er undirlagt føroyskum rætti. Ein og hvør træta um gávukortið, sum fevnir um útbjóðaran av kortinum, Visit Tórshavn, skal leggjast fyri Føroya rætti.
Gildiskoma
Hesar viðskiftatreytir komu í gildið 1. september 2022.
Spurningar og ivamál
Eru ivamál ber til at seta teg í samband við okkum á:
Visit Tórshavn
Steinatún
P.O. Boks 379
FO-110 Tórshavn
Tlf.: (+298) 30 24 25
Fax: (+298) 31 68 31
[email protected]
www.visittorshavn.fo