Tutl er eitt føroyskt plátufelag, sum tónleikarar og tónasmiðir eiga saman. TUTL gevur út eitt breitt úrval av tónleikasjangrum, sum fevna um alt frá etniskum, fólkatónleiki, jazzi, poppi, rokki og tungmálmi til klassiskan, kórtónleik, barnatónleik, country, gospel og annað.
TUTL hevur ein handil á Káta Horninum í Havn har tilber at ognað sær tónleik á bæði fløgu, plátu og bandi. Av ørðum vørum hevur TUTL eisini plátuspælarar, plakatir, t-shirtir, keppar, tote-bags og annað merch.
Um summarið og við serlig høvi skipar TUTL eisini fyri ókeypis konsertum og ørðum útgávutiltøkum á Káta Horninum.
