Vit heita á teg um at lesa hesar viðskiftatreytir, áðrenn tú keypir Havnarkortið.
Havnarkortið
Havnarkortið er eitt gávukort, sum kann nýtast sum eitt gjaldskort.
Havnarkortið kann bert brúkast hjá teimum fyritøkum, sum eru limir í Felagnum Tórshavn og hava gjørt avtalu við Havnarkortið (sí yvirlit).
Minsta upphæddin á gávukortinum er kr. 100,- og mesta upphæddin er kr. 3.000,-
Keyp av Havnarkortinum
Umframt, at keypa Havnarkortið her á heimasíðuni, ber eisini til at keypa Havnarkortið við diskin í Visit Tórshavn í Steinatúni í Havn. Havnarkortið kann bert rindast við gjaldskortið á heimasíðuni. Í Visit Tórshavn ber til at rinda við gjaldskorti ella við reiðum peningi. Fyritøkur kunnu umbiðja rokning.
Keypir tú á her á heimasíðuni, kanst tú velja ímillum at fáa Havnarkortið sent heim til tín fyri eina eyka upphædd ella at heinta ókeypis í Visit Tórshavn (sí upplatingartíðir).
Havnarkortið verður vanliga útflýggja og/ella sent út sama dag, um tað verður bílagt áðrenn middag. Ella er tað næsta gerandisdag. Til jóla kann hetta eisini vera í vikuskiftinum, tá tað er opið.
Hevur tú umbiðið at fáa Havnarkortið sent heim, verður tað borið út av flutningsfelagi. Seinkingar kunnu koma fyri, ið Visit Tórshavn ikki hevur ávirkan á.
Keypið er bindandi, tá tað er gjøgnumført og peningurin er komin á Havnarkortið. Tað rúmast í mesta lagi kr. 3.000 á hvørjum korti.
Prísir og meirvirðisgjald:
Allir vístir prísir eru í donskum krónum og eru íroknað meirvirðisgjald.
Havnarkortið verður útbjóðað av
Visit Tórshavn Niels Finsens gøta 17 (Steinatún) P.O. Boks 379 FO-110 Tórshavn Tlf.nr.: (+298) 30 24 25 Fax: (+298) 31 68 31 [email protected] www.visittorshavn.fo V-tal: 352675