Treytir

Vit heita á teg um at lesa hesar viðskiftatreytir, áðrenn tú keypir Havnarkortið.

Havnarkortið er eitt gávukort, sum kann nýtast sum eitt gjaldskort.

Havnarkortið kann bert brúkast hjá teimum fyritøkum, sum eru limir í Felagnum Tórshavn og hava gjørt avtalu við Havnarkortið (sí yvirlit).

Minsta upphæddin á gávukortinum er kr. 100,- og mesta upphæddin er kr. 3.000,-

Umframt, at keypa Havnarkortið her á heimasíðuni, ber eisini til at keypa Havnarkortið við diskin í Visit Tórshavn í Steinatúni í Havn. Havnarkortið kann rindast við gjaldskorti á heimasíðuni. Í Visit Tórshavn ber til at rinda við gjaldskorti ella við reiðum peningi. Fyritøkur kunnu umbiðja rokning.

Keypir tú á her á heimasíðuni, kanst tú velja ímillum at fáa Havnarkortið sent heim til tín fyri eina eyka upphædd ella at heinta ókeypis í Visit Tórshavn (sí upplatingartíðir).

Havnarkortið verður vanliga útflýggja sama dag ella næsta gerandisdag. Um tað verður bílagt áðrenn middag, verður Havnarkortið vanliga heinta av Posta sama dag (gerandisdagar). Til jóla kann hetta eisini vera í vikuskiftinum, tá Visit Tórshavn er opið.

Hevur tú umbiðið at fáa Havnarkortið sent heim, verður tað borið út av flutningsfelagi. Seinkingar kunnu koma fyri, ið Visit Tórshavn ikki hevur ávirkan á.

Keypið er bindandi, tá tað er gjøgnumført og peningurin er komin á Havnarkortið. Tað rúmast í mesta lagi kr. 3.000 á hvørjum korti.

Allir vístir prísir eru í donskum krónum og eru íroknað meirvirðisgjald.

Visit Tórshavn
Niels Finsens gøta 17 (Steinatún)
P.O. Boks 379
FO-110 Tórshavn
Tlf.nr.: (+298) 30 24 25
Fax: (+298) 31 68 31
[email protected]
www.visittorshavn.fo
V-tal: 352675

Privatlívspolitikkur

Hesin privatlívspolitikkur lýsir, hvussu Havnarkortið savnar inn og nýtir persónsupplýsinger, tá tú vitjar heimasíðu okkara.

Vit kunnu savna inn og viðgera hesi sløg av persónsupplýsingum:

– Navn

– Kontaktupplýsingar, sum t.d. teldupost og telefonnummar

– Gjaldsupplýsingar

– Upplýsingar um tíni keyp og transaktiónir

– Upplýsingar, sum tú gevur okkum, tá ið tú tekur samband við okkum ella tekur lut í kundanøgdsemiskanningum

Vit nýta tínar persónsupplýsingar til fylgjandi endamál:

– At viðgera tínar bíleggingar og veita tær vørur og tænastur, sum tú ynskir.

– At handfara gjaldingar og transaktiónir

– At seta okkum í samband við teg um tínar bíleggingar ella fyrispurningar

– At senda tær marknaðarførslutilfar, um tú hevur góðtikið at móttaka tílíkt

– At betra um vørur og tænastur okkara og persónliggera tína uppliving á heimasíðu okkara

– At halda lóggivin krøv og verja rættindir okkara

Vit deila bert tínar persónsupplýsingar við triðja part í fylgjandi førum:

– Tá ið tað er neyðugt fyri at útføra tænastur okkara og veita tær vørurnar

– Tá ið lógin ella myndugleikarnir krevja tað

Vit nýta hóskandi trygdartiltøk fyri at verja tínar persónsupplýsingar fyri óviðkomandi og fyri almannakunngering av hesum. Vit goyma bert tínar upplýsingar, so leingi sum tað er neyðugt, til tey endamál, sum tey vóru savnaði inn til.

Tú hevur rætt til at biðja um atgongd til og rætting ella strikan av tínum persónsupplýsingum.

Tú kanst eisini seta teg upp ímóti viðgerðini av tínum upplýsingum og biðja um avmarkan av viðgerðini. Vinarliga set teg í samband við okkum, um tú ynskir at nýta hesi rættindi.

Um tú hevur spurningar ella stúranir viðvíkjandi privatlívspolitikki okkara, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á [email protected].

Vit tilskila okkum rættindi til at dagføra henda privatlívspolitik við jøvnum millumbili. Boðað verður frá á hesi síðu tá broytingar verða gjørdar. Vit mæla til, at tú regluliga lesur henda privatlívspolitik, so tú ert upplýstur um, hvussu vit verja tínar upplýsingar.