Flokkur: Ítriv

  • Navia

    Navia

    Í hjartanum í Tórshavn finnur tú Navia í Vágsbotni. Í handlinum er eitt stórt úrval av bundnum ullavørum – troyggjur, hosur og annað gott – umframt tógv, bindiuppskriftir og føroyskar souvenirs.

    Navia framleiðir sínar ullavørur við nýmótans bindimaskinum, sum binda burðardygt við sera lítlum svinni. Hetta gevur vørur, sum bæði eru góðar at brúka og framleiddar við virðing fyri tilfeingi. Stílurin hjá Navia er klassiskur og føroyskur. Í vørunum síggjast siðvenja og vøkur føroysk mynstur ganga hond í hond við nútímans snið. Stórur partur av ullavørunum verður framleiddur í Føroyum.

    Umframt ullina finnur tú eisini góðskuklæðir til bæði gerandisdag og útivist – frá regnjakkum og frakkum til buksur og annað, ið hóskar væl til føroyska veðrið. Kom inn á gólvið og sí alt okkara úrval.

  • Sirri

    Sirri

    Sirri er eitt føroyskt klædnamerki ið selur klæðir, sum eru framleidd úr føroyskari ull og tí vælumtókta Sirri tógvinum.

  • Borg Tórshavn

    Borg Tórshavn

    Borg í Tórshavn veitir alskyns vørur og amboð til bygging, hús, heim og urtagarð.

  • Marjun Heimá

    Marjun Heimá

    Marjun Heimá er ein handil og ein seymistova, ið liggur í hjartanum í Havn.

    Vit seyma føroysk klæðir og gera harafturat aðrar skraddarauppgávur. Starvsfólk okkara hava drúgvar royndir, handalag og viðkomandi útbúgvingar.

    Í handilinum finnur tú alskyns tilfar til seyming: seymimaskinur, meturvørur og seymitilhoyr.

    Vit hava helst landsins størsta úrval av knappum og snarlásum.

  • HNJ Bókahandil

    HNJ Bókahandil

    Gamli bókahandil er enn júst sum vit kenna hann. Fullur av alskyns bókum, pappírið og øðrum lutum

  • Tógvhúsið

    Tógvhúsið

    Tógvhúsið hevur nógv ymisk sløg av tógvi, stokkum og tilhoyri.

    Kom og vitja okkum og fá hugskot til títt bindiprojekt.

  • Th. Málingahandil

    Th. Málingahandil

    Alt til húsini. Uttan og innan. Træverja, máling, lakk, tapet, penslar og alt annað tilhoyr.