Flokkur: Matstøð

  • Etika – Sundsvegur

    Etika – Sundsvegur

    Ein góðan bita á Sundsvegi

    Etika er heimsins fyrsta føroyska sushibarr!

    Matskráin er smekka við góðum rávum eins og ristaðum sushi rættum!

  • Bistro 1.hædd

    Bistro 1.hædd

    Á Bistro 1. Hædd, verður klassiski franski køkurin settur saman við norðurlendskum rávørum. Á Bistro 1. Hædd raðfesta vit gestablídni, tænastu og góðan mat í søguligum umhvørvi.

    Vit gleða okkum til at bjóða tykkum vælkomin í nýggju matstovu okkara, har vit eru farin aftur í 60’ini við einum modernaðum twisti.

    Sí upplatingartíðir á heimasíðuni.

  • Katrina Christiansen

    Katrina Christiansen

    Sjarma og søga, fyrstafloks matur, heimligt og hugnaligt.

    Við íblástri frá tapasstílinum, men fullført við íblástri frá føroyskum matsiði og við tí, sum føroyska náttúran og havið hava at bjóða. Tapas merkir, at tú fært fleiri smáar rættir, harvið møguleika at royna eina fjølbroytta mat- og vínskrá.

    Umframt at vera matstova, hava vit eisini møguleika at hýsa fundum og veitslum.

    Upp- og afturlatingartíðir

    Mánadag til hósdag: 18:00 – 21:00

    Fríggjadag & leygardag: 17:30 – 22:00

    Sunnudag:12:00 – 15:00 (Ommusa lambskjøt) & 18:00 – 21:00

  • 1933 Kafé og Barr

    1933 Kafé og Barr

    Tað liggur akkurát fyri at njóta eina lætta máltíð, ein leskiligan drykk ella bara ein ordiliga góðan kaffimunn í hugnaligu kafébarrini á Hotel Føroyum.

    Upplatingartíðir

    Opið hvønn dag frá kl. 11.00 – 00.00
    (Køkurin er opin kl. 12.00 – 22.00)

  • Húsagarður

    Húsagarður

    Húsagarður er matstova har óhátíðarligur vertskapur og góður matur skapa hugnaligar matupplivingar.

  • OY

    OY

    Ølið er bryggjað og tappað á matstaðnum. Maturin borðreiddur í barrini. Ella øvugt. Tað er alt á sama stað.

    Upplatingartíðir

    Sjoppin

    Mánadag – hósdag 11:30 – 17:30 
    Fríggjadag 10:00 – 19:00
    Leygardag 10:00 – 16:00

    Matstovan

    Mikudag – hósdag 11:30 – 22:00
    Fríggjadag – leygardag 11:30 – 24:00
    Køkurin er opin 11:30 – 20:00

  • Roks

    Roks

    ROKS er ein óformell systirmatstova hjá KOKS. ROKS leggur seg eftir besta føroyska sjógætinum, og samansjóðar nútímans og klassiska matgerð. Vit á ROKS elska at spæla við mat og smakkir, og okkara gestir kunnu vænta sær eina livandi og vinaliga tænastu á høgum støði.

    GG! Roks steingir fyri sesongina 1.nov 2025. Vit síggjast aftur í 2026!

  • Suppugarðurin

    Suppugarðurin

    Suppugarðurin hevur útgangsstøði í japansku suppuni Ramen.

    Ramen er ein lekkur, mettandi suppa við nudlum, grønmeti og kjøti í. Afturvið suppuni kanst tú njóta eina kalda japanska sodavatn ella ein leskiligan drykk úr gin-barrini.

    Upplatingartíðir:

    Mánadag: Stongt

    Týsdag – fríggjadag 11:30 – 14:00 og 16:00 – 20:00

    Leygardag – sunnudag 16:00 – 20:00

  • Bitin

    Bitin

    Breyðbitin, døgurðabitin, køkubitin – tað er hugnaligt og sosialt.

    Njót tað lekkrasta smyrjibreyðið, klassiskt og nýhugsað! Vit hava eisini lekkurt kaffi, 20 ymisk sløg av snapsi og nógv annað lekkurt. 

  • Gómagott

    Gómagott

    SJOKULÁTA Í HEIMSKLASSA
    Vit velja altíð bestu rávørurnar og halda okkum til hægsta standard. Fyri at okkara vørur skulu liva upp til okkara høgu góðskukrøv, eru rávørurnar gjølla útvaldar.
    Ígjøgnum drúvar royndir hava vit funnið framm til ymisk sløg av belgiskari sjokulátu, sum hóska seg best til okkara vørur. Hetta saman við føroysku rávørunum frá MBM, gevur okkara konfekt ein serstakliga góðan smakk.

    Alt verður gjørt við hond frá botni av. Hetta krevur ótrúliga nógv arbeiði, men tað merkist aftur í smakki og góðsku á okkara vørum. Vit loypa ikki upp um har garðurin er lægstur.