Fótbúni hevur hildið til á horni Tróndargøtu og Sverrisgøtu síðan 1955. Skósmiðurin Karl Joensen stovnaði fyritøkuna, og í dag verður handilin rikin av triðja og fjórða ættarliði í familjuni.
Fótbúni selur skógvar til alla familjuna, m.a. frá Skechers, Timberland, Ecco, Viking, Gabor, SixMix, Clarks, Nature, New Feet, Green Comfort, Tamaris, Geox, Rohde og Klaveness.
Eisini fæst til dømis taskur og klæðir frá EnFant, Didriksons, Roka London, Daniel Ray, The Chesterfield Brand og Lego Wear.
