Tjóðsavnið

Bústaður Brekkutún 6, 188 Hoyvík
Telefonnummar +298 318076
Heimasíða tjodsavnid.fo

Føst framsýning um føroyska náttúru- og mentanarsøgu við tættum úr jarðfrøðini, plantufrøðini, sjódýrafrøðini, landdjórafrøðini, fornfrøðini, fólkalívi og nýggjari søgu. Framsýningin vísur tað týdningarmesta og mest grundleggjandi, vit hava, sum vit eiga í felag, og sum vit skulu umsita og røkja, nevniliga náttúru- og mentanararv landsins.

Í framsýningini er náttúrusøgan og mentanarsøgan flættaðar saman. Einki í náttúruni stendur stilt, og einki í mentanini stendur í stað. Náttúran ávirkar mentanina, og mentanin ávirkar náttúruna. Nýggj vitan og vísindalig úrslit daga undan, og tí er framsýningin ein tilgongd. Vælkomin á Tjóðsavnið.

Upplatingartíðir:

Summarhálvan: 1. mai til 30. septembur er opið mánadag til sunnudag frá kl. 10 til kl. 17.

Vetrarhálvan: 1. oktobur til 30. apríl er opið hósdag til sunnudag frá kl. 13 til kl. 17.

Sí serligar upplatingartíðir (halgidagar o. a.) á heimasíðu okkara www.tjodsavnid.fo/upplatingartidir/