Flokkur: Mentan

  • Tutl

    Tutl

    Tutl er eitt føroyskt plátufelag, sum tónleikarar og tónasmiðir eiga saman. TUTL gevur út eitt breitt úrval av tónleikasjangrum, sum fevna um alt frá etniskum, fólkatónleiki, jazzi, poppi, rokki og tungmálmi til klassiskan, kórtónleik, barnatónleik, country, gospel og annað.

    TUTL hevur ein handil á Káta Horninum í Havn har tilber at ognað sær tónleik á bæði fløgu, plátu og bandi. Av ørðum vørum hevur TUTL eisini plátuspælarar, plakatir, t-shirtir, keppar, tote-bags og annað merch.

    Um summarið og við serlig høvi skipar TUTL eisini fyri ókeypis konsertum og ørðum útgávutiltøkum á Káta Horninum.

  • OY

    OY

    Ølið er bryggjað og tappað á matstaðnum. Maturin borðreiddur í barrini. Ella øvugt. Tað er alt á sama stað.

    Upplatingartíðir

    Sjoppin

    Mánadag – hósdag 11:30 – 17:30 
    Fríggjadag 10:00 – 19:00
    Leygardag 10:00 – 16:00

    Matstovan

    Mikudag – hósdag 11:30 – 22:00
    Fríggjadag – leygardag 11:30 – 24:00
    Køkurin er opin 11:30 – 20:00

  • Tjóðsavnið

    Tjóðsavnið

    Føst framsýning um føroyska náttúru- og mentanarsøgu við tættum úr jarðfrøðini, plantufrøðini, sjódýrafrøðini, landdjórafrøðini, fornfrøðini, fólkalívi og nýggjari søgu. Framsýningin vísur tað týdningarmesta og mest grundleggjandi, vit hava, sum vit eiga í felag, og sum vit skulu umsita og røkja, nevniliga náttúru- og mentanararv landsins.

    Í framsýningini er náttúrusøgan og mentanarsøgan flættaðar saman. Einki í náttúruni stendur stilt, og einki í mentanini stendur í stað. Náttúran ávirkar mentanina, og mentanin ávirkar náttúruna. Nýggj vitan og vísindalig úrslit daga undan, og tí er framsýningin ein tilgongd. Vælkomin á Tjóðsavnið.

    Upplatingartíðir:

    Summarhálvan: 1. mai til 30. septembur er opið mánadag til sunnudag frá kl. 10 til kl. 17.

    Vetrarhálvan: 1. oktobur til 30. apríl er opið hósdag til sunnudag frá kl. 13 til kl. 17.

    Sí serligar upplatingartíðir (halgidagar o. a.) á heimasíðu okkara www.tjodsavnid.fo/upplatingartidir/

  • Norðurlandahúsið

    Norðurlandahúsið

    Norðurlandahúsið í Føroyum er eitt livandi mentanarhús, har ið føroysk og norðurlendsk list og mentan hittast – og har ið norðurlendski felagsskapurin verður styrktur gjøgnum tónleik, bókmentir, kjak, palllist, framsýningar, fyrilestrar og mangt annað.

  • Tjóðpallur Føroya

    Tjóðpallur Føroya

    Ogna tær eitt atgongumerki til ein ella fleiri av leikunum á Tjóðpalli Føroya.