Flokkur: Klæðir

  • Navia

    Navia

    Í hjartanum í Tórshavn finnur tú Navia í Vágsbotni. Í handlinum er eitt stórt úrval av bundnum ullavørum – troyggjur, hosur og annað gott – umframt tógv, bindiuppskriftir og føroyskar souvenirs.

    Navia framleiðir sínar ullavørur við nýmótans bindimaskinum, sum binda burðardygt við sera lítlum svinni. Hetta gevur vørur, sum bæði eru góðar at brúka og framleiddar við virðing fyri tilfeingi. Stílurin hjá Navia er klassiskur og føroyskur. Í vørunum síggjast siðvenja og vøkur føroysk mynstur ganga hond í hond við nútímans snið. Stórur partur av ullavørunum verður framleiddur í Føroyum.

    Umframt ullina finnur tú eisini góðskuklæðir til bæði gerandisdag og útivist – frá regnjakkum og frakkum til buksur og annað, ið hóskar væl til føroyska veðrið. Kom inn á gólvið og sí alt okkara úrval.

  • Sport 24 Outdoor

    Sport 24 Outdoor

    Sport 24 Outdoor er handil við klæðum, skóm og útgerð til uttandura lív og frítíð. Vit leggja dent á funktionalitet, komfort og slitstyrki, og okkara úrval er væl hóskandi til føroyskt veður – bæði til túrar í náttúruni og til gerandisbrúk. Hjá okkum fært tú kend merki og góða ráðgeving, so tú ert klár/ur til eitt virkið úti lív.  

  • Sirri

    Sirri

    Sirri er eitt føroyskt klædnamerki ið selur klæðir, sum eru framleidd úr føroyskari ull og tí vælumtókta Sirri tógvinum.

  • Vøggan

    Vøggan

    Alt tað besta til barnið!

  • EINSTAKT

    EINSTAKT

    EINSTAKT, which means unique in Faroese, is a small clothing brand based in the city center of Tórshavn, the capital of the Faroe Islands.
    Through the thoughtful creations of designer Beinta Poulsen and the hand knitted process of local Faroese women, each finished garment upholds to the brand’s essence of pure individuality.

    Creating purposeful designs is a primary focus within EINSTAKT, where the combination of classic, timeless and Nordic aesthetic meets the social responsibilities of durability and sustainability through slow fashion practices, resulting in unique designs meant to last through the times.

  • Mass & Mia

    Mass & Mia

    Mass & Mia selur dygdargóðar basisvørur til børn og ung, so sum undirklæðir, sokkar, sokkabuksur, húgvur, handskar og regnklæðir. Ullint klæðir eru ein stórur partur av vøruúrvalinum. Eisini er eitt úrval til vaksin, og tað er vaksið munandi seinastu árini, serliga innan ullint klæðir.

    Vit leggja dent á góðsku, rímiligar prísir og framúr kundatænastu. 

     

    Vilt tú seta teg í samband við okkum, skriva til [email protected] ella finn okkum á facebook

  • Borg Tórshavn

    Borg Tórshavn

    Borg í Tórshavn veitir alskyns vørur og amboð til bygging, hús, heim og urtagarð.

  • THE ATHLETE’S FOOT

    THE ATHLETE’S FOOT

    Sporty fashion and streetwear

  • Marjun Heimá

    Marjun Heimá

    Marjun Heimá er ein handil og ein seymistova, ið liggur í hjartanum í Havn.

    Vit seyma føroysk klæðir og gera harafturat aðrar skraddarauppgávur. Starvsfólk okkara hava drúgvar royndir, handalag og viðkomandi útbúgvingar.

    Í handilinum finnur tú alskyns tilfar til seyming: seymimaskinur, meturvørur og seymitilhoyr.

    Vit hava helst landsins størsta úrval av knappum og snarlásum.

  • Th. Dam Intersport

    Th. Dam Intersport

    Th. Dam Intersport hevur alt til fótbólt, fitness, hondbólt og mótaklæðir til vaksin og børn