Flokkur: Klæðir

  • Touché

    Touché

    Touché er ein klassiskur  og femininur klædnahandil í hjartanum í Havnini – á Áarvegnum 1.

    Her finnur tú vøkur klæðir til kvinnuna frá kendum merkjum sum Soyaconcept, Vila, Object, Red Button, B.Young, Kaffe, Culture, Pulz, 2-Biz, In Front, Leveté Room og fleiri.

    Vit hava eisini skógvar frá Tamaris og sokkar frá Falke og Dim.

    Tú finnur alt, ið ger tín stíl heilan – bæði til gerandis og hátíð.

    💛 Touché – tín stílur byrjar her.

  • Ullvøruhúsið

    Ullvøruhúsið

    Í 1918, flutti handilin Ullvøruhúsið niðan í Niels Finsensgøtu 27. 100 ár seinni, 9. August 2018, lat aftur handil upp undir navninum Ullvøruhúsið. Høilini eru tey somu, adressan hin sama, Niels Finsensgøtu 27, men persónarnir eru aðrir. Hesaferð eru tað merkini Steinum og Shisa Brand, ið saman eru farin um at lata søguliga handilin uppaftur, vørurnar ið seldar verða eru vørur hjá merkjunum báðum.