Vit hava stórt úrval av skógvum og stilvum bæði til kvinnur, menn og børn.
Handilin liggur væl fyri mitt í býnum við Bøgøtu, beint við Skálatrøð, har góðar umstøður eru fyri parkering

Vit hava stórt úrval av skógvum og stilvum bæði til kvinnur, menn og børn.
Handilin liggur væl fyri mitt í býnum við Bøgøtu, beint við Skálatrøð, har góðar umstøður eru fyri parkering

Í Hennara fært tú lekkur klæðir til kvinnuna.
Handilin hevur síðani 2014 selt alt frá vælsitandi buksum til flottar kjólar, umframt smartar skógvar og taskur.
Handilin hevur eina rúgvu av góðum merkjum, eitt nú Black Colour, Part Two, Fransa og Isay, og hevur altíð eitt breitt úrval av kovboybuksum til allar kropstypur.
Hvørja viku kemur nýggj vøra.
Hennara – alt til hennara!

Fótbúni hevur hildið til á horni Tróndargøtu og Sverrisgøtu síðan 1955. Skósmiðurin Karl Joensen stovnaði fyritøkuna, og í dag verður handilin rikin av triðja og fjórða ættarliði í familjuni.
Fótbúni selur skógvar til alla familjuna, m.a. frá Skechers, Timberland, Ecco, Viking, Gabor, SixMix, Clarks, Nature, New Feet, Green Comfort, Tamaris, Geox, Rohde og Klaveness.
Eisini fæst til dømis taskur og klæðir frá EnFant, Didriksons, Roka London, Daniel Ray, The Chesterfield Brand og Lego Wear.

Guðrun & Guðrun sniðgevur og selur hondbundin pløgg til kvinnur, menn og børn. Eisini hevur virkið ment og sniðgivi gólvteppir og ein stól, sum vera seldir í handlinum.

Góðskuvøra og mótaklæðir fyri sámiligan prís
HON+HANN er klædnahandil fyri konufólk og mannfólk.
Hildið verður til beint við síðuna av SMS, í nýumvældum, ljósum og modernaðum hølum við egnum parkeringsøki beint við inngongina

Her ber til at fáa mestsum alt, ið hevur við eitt nú arbeiðsklæðir, fiskireiðskap at gera.
Selja merkini: Helly Hansen, Bergans, Vango o.s.fr.

FRÍTÍÐ, KLÆÐIR
Handil við stórum úrvali av súkklum til børn, ung og vaksin.
Súkkluverkstaður til allar súkklur, leigusúkklur og súkkluútgerð.
Eisini rennihjól, rulliskoytur, BMX og uttandura klæðir.

Hjá SIRI vita vit alt, sum er vert at vita, um undirklæði og heimaklæði til hennara og hansara. Harafturat hava vit m.a. eisini eitt stórt úrval og holla vitan um stuðulssokkar, kompressiónssokkar og ymiskar bandagur.
Við yvir 40 ára royndum í at vegleiða og ráðgeva um støddir, passform o.a., ert tú í góðum hondum hjá okkum.
Merkir, sum SIRI selur, eru millum annað:
PrimaDonna, MarieJo, Birkenstock, Beauté Pacifiqe, Wolford, Wacoal, Bauerfeind, Helsam, Calvin Klein, Tommy Hilfiger